Hvat er padel?
Padel er ein stuttligur og sosialur kettjaraítróttur, sum minnir um eina blanding av tennis og squash. Spælt verður vanliga tvey móti tveimum á einum bana, sum er umgirdur av glasveggjum, ið eru partur av spælinum.
Padel er lætt at koma í gongd við og krevur ongar serligar royndir. Tí hóskar ítrótturin væl til bæði byrjarar og royndar spælarar – og er samstundis ein góður máti at fáa rørt seg og stuttleika sær saman.
Hentleikar
Parkering
Padelmiðstøðin hevur nógv parkeringspláss, og tí er lætt at sleppa av við bilin, tá tú vitjar okkum á Hjalla.
Skiftirúm
Padelmiðstøðin hevur skiftirúm við brúsum, vesi og øðrum hentleikum til bæði kvinnur og menn.
Útgerð
Tú kanst lána ókeypis kettjarar og bóltar frá Padelmiðstøðini. Útgerðin er tøk við hvønn vøll. Eisini ber til at ogna sær útgerð, um ein heldur ynskir tað.
Vallaryvirlit
Padelmiðstøðin hevur fimm vøllir av hægstu góðsku – tveir panorama tvívøllir, tveir vanligir tvívøllir og ein einstakur vøllur - allir við glasveggjum og góðum undirlagi.
Hvør vøllur ber navn eftir einum vallarstuðli. Hesi eru Atlantic Airways, Smyril Line, Nema, Borg og Búsetur. Í Padelmiðstøðini á Hjalla er eisini State Energy Lounge, har tú kanst slappa av áðrenn og eftir dystin.
Vøllirnir kunnu bókast hvør sær ella allir í senn – til dømis til kappingar, venjing ella fyritøkutiltøk.
State Energy Lounge
Í okkara State Energy Lounge kanst tú seta teg afturá og njóta ein steðg áðrenn ella eftir dystin. Lounge-økið er eitt gott stað at fylgja við dystum á banunum, hittast við øðrum spælarum ella bara njóta hugnaliga umhvørvið.
Drekki- og matvørur
Í State Energy Lounge er møguleika at keypa kaldar drykkir og leskiligar munnbitar frá State Energy og øðrum veitarum, umframt nýmalið og vistfrøðiligt Magnkaffi.
Privat høli til tiltøk
Til ber at leiga privat høli í State Energy Lounge um skipast skal fyri tiltøkum ella ynski er at bjóða mat og drekka til bólkar, fyritøkur ella líknandi í sambandi við leigu av vøllum.