Far til innihaldið

Heim/Kunning

Kunning

Soleiðis spælir tú vanliga padel

  • Stigini verða tald sum í tennis: 15, 30, 40 og game.

  • Servan skal sláast undir hond og diagonalt inn í mótstøðufeltið. Bólturin skal fyrst raka í gólvið, áðrenn tú servar.

  • Bólturin kann bert raka gólvið eina ferð á tínari síðu, áðrenn hann verður spældur aftur.

  • Glasveggirnir eru partur av spælinum. Bólturin kann raka gólvið og síðani veggin, og tú kanst framvegis spæla hann víðari.

  • Tú kanst eisini sláa bóltin beinleiðis í luftini (volley), áðrenn hann rakar gólvið – tó ikki tá tú tekur ímóti servuni.

  • Tú vinnur stigið, um mótstøðuliðið ikki fær bóltin lógliga aftur yvir netið.

Padel verður vanliga spælt 2 móti 2, og tað serliga við padel er, at veggirnir gera spælið bæði stuttligt og øðrvísi enn tennis.

Klár/ur at spæla? Bóka ein vøll og kom í gongd.

Bókaher